Tænastur
Heimasíður
Heimasíðan er tín samleiki á netinum. Vit menna og sniðgeva heimasíður til eitthvørt høvi. Vit leggja stóran dent á, at heimasíðan hevur eitt snøgt brúkaramót, sum er lætt at brúka á øllum eindum. Umráðandi er eisini, at heimasíðan svarar skjótt aftur, tá brúkarar ferðast á henni.
Vit gera tín dreym til veruleika við góðum samskifti og kappingarførum prísum. Tá loysnin er liðugt ment, læra vit teg at brúka hana, so tú fært sum mest burturúr.

Hýsing & økisnavn
Vit hýsa heimasíður í WordPress og kunnu eisini umsita økisnavnið fyri teg. WordPress er í dag mest brúkta stýrikervi til framleiðslu av heimasíðum. Við óendaligu møguleikunum í WordPress, fáa vit ment heimasíður til eitthvørt høvi.
Trygdaravrit
Vit taka trygdaravrit av heimasíðuni hvønn dag, og soleiðis tryggja vit, at heimasíðan altíð er tøk í einari eldri útgávu, um eitthvørt skuldi hent undir viðlíkahaldi av heimasíðuni.
Hagtøl & kennifílur
Vit veita hagtøl í samband við ferðslu á egnari heimasíðu. Í hesum sambandi er umráðandi at vísa kundum á, at mann møguliga brúkar kennifílur til at viðgera data av ymiskum slag.
SEO
Týdningarmikið er, at kundin finnur skjótt fram til tína heimasíðu á leititænastum, so sum Google. Hetta tryggja vit við eini tøkni, ið viðmælir kundanum tína heimasíðu, um kundin leitar eftir einumhvørjum, ið kemur tínum virksemi við.

Nethandlar & bókingarskipanir
Umframt menning av vanligum heimasíðum, menna vit eisini nethandlar og bókingarskipanir. Við slíkum skipanum, er serliga umráðandi, at tær svara skjótt aftur, so at kundin ikki ótolnast og fer aðrastaðni. Vit leggja okkum altíð eftir at veita bestu loysnina, og er tað týdningarmikið fyri okkum, at tín fyritøka fær eina fyrikomandi skipan, ið er einføld at brúka.
Um tú rekur handil, gistingarhús, bilasølu ella okkurt heilt annað, ið er viðkomandi fyri sølu á netinum, so kunnu vit veita tær eina loysn. Vit menna loysnina við góðum samskifti og kappingarførum prísum. Tá loysnin er liðugt ment, læra vit teg at brúka hana, so tú fært sum mest burturúr.
Gjaldtænasta
Gjaldtænastan, ið vit brúka til tín nethandil ella bókingarskipan, er QuickPay. QuickPay er ein skjót og álítandi gjaldtænasta, ið hevur eitt breitt úrval av gjaldshættum.
Vøruumsiting
Við WooCommerce tryggja vit, at vøruumsitingin verður løtt og ómakaleys. Vit tryggja, at goymslan samsvarar við veruliga talið av tøkum vørum í handli og nethandli.
Bókingar
Vit tryggja, at tú kanst umsita bókingar av tínum tænastum lætt og ómakaleyst. Okkara tænasta ger tað møguligt at sameina kalendaran á tíni síðu við kalendaran á t.d. AirBnb og Google Calendar.
Serskipanir
Tað kann vera, at loysnin, ið tú leitar eftir, ikki finst. Um so er, kunnu vit veita tær eina loysn, ið er serment til títt virksemi. Tú setur treytirnar, og vit menna skipanina samsvarandi tínum ynskjum. Hetta verður gjørt við dúgligum samskifti okkara millum.
Vit menna allar okkara loysnir fyri kappingarføran prís og í tøttum samskifti við kundan. Tá loysnin er liðugt ment, læra vit teg at brúka hana, so tú fært sum mest burturúr.

Menningarkarmur
Allar okkara skipanir verða mentar í Microsoft ASP.NET, sum er ein máttmikil menningarkarmur til menning av KT-loysnum. Microsoft ASP.NET er slóðbrótandi innan nýmenning, av tí at møguligt er at menna skipanir til allar eindir, ið koyra á ymiskum stýrikervum.
Dátuvernd
Vit virða dátuverndarlógina, GDPR, ið hevur verið galdandi í Føroyum síðan 2018. Henda lógin áleggur okkum at fylgja evropeiskum krøvum, tá dátur skulu handfarast og goymast í dátugrunnum.

Branding
Umframt KT-menning, bjóða vit okkum eisini til at gera grafiska sniðgeving av einumhvørjum. Veri tað seg talgildar lýsingar, plakatir, skjøl til fundarvirksemi o.s.fr., so eru vit klárir at hjálpa. Vit veita loysnirnar í teimum støddum, ið tú ynskir, tó at vit ikki prenta loysnina fyri teg.
Skalt tú hava nýtt búmerki, ella treingir títt búmerki til uppfrískan, so gera vit eisini hetta. Títt búmerki er tín samleiki allastaðni í almenna rúminum. Tað er av alstórum týdningi, at títt virkið hevur eitt búmerki, ið kann kveikja áhuga frá einumhvørjum samfelagsbólki. Eitt snøgt búmerki er eisini týdningarmikið fyri marknaðarføring av tínum virksemi.
Tænastur
Heimasíður
Heimasíðan er tín samleiki á netinum. Vit menna og sniðgeva heimasíður til eitthvørt høvi. Vit leggja stóran dent á, at heimasíðan hevur eitt snøgt brúkaramót, sum er lætt at brúka á øllum eindum. Umráðandi er eisini, at heimasíðan svarar skjótt aftur, tá brúkarar ferðast á henni.
Vit gera tín dreym til veruleika við góðum samskifti og kappingarførum prísum. Tá loysnin er liðugt ment, læra vit teg at brúka hana, so tú fært sum mest burturúr.

Hýsing & økisnavn
Hýsing & økisnavn
Vit hýsa heimasíður í WordPress og kunnu eisini umsita økisnavnið fyri teg. WordPress er í dag mest brúkta stýrikervi til framleiðslu av heimasíðum. Við óendaligu møguleikunum í WordPress, fáa vit ment heimasíður til eitthvørt høvi.
Trygdaravrit
Trygdaravrit
Vit taka trygdaravrit av heimasíðuni hvønn dag, og soleiðis tryggja vit, at heimasíðan altíð er tøk í einari eldri útgávu, um eitthvørt skuldi hent undir viðlíkahaldi av heimasíðuni.
Hagtøl & kennifílur
Hagtøl & kennifílur
Vit veita hagtøl í samband við ferðslu á egnari heimasíðu. Í hesum sambandi er umráðandi at vísa kundum á, at mann møguliga brúkar kennifílur til at viðgera data av ymiskum slag.
SEO
SEO
Týdningarmikið er, at kundin finnur skjótt fram til tína heimasíðu á leititænastum, so sum Google. Hetta tryggja vit við eini tøkni, ið viðmælir kundanum tína heimasíðu, um kundin leitar eftir einumhvørjum, ið kemur tínum virksemi við.
Nethandlar og bókingarskipanir
Umframt menning av vanligum heimasíðum, menna vit eisini nethandlar og bókingarskipanir. Við slíkum skipanum, er serliga umráðandi, at tær svara skjótt aftur, so at kundin ikki ótolnast og fer aðrastaðni. Vit leggja okkum altíð eftir at veita bestu loysnina, og er tað týdningarmikið fyri okkum, at tín fyritøka fær eina fyrikomandi skipan, ið er einføld at brúka.
Um tú rekur handil, gistingarhús, bilasølu ella okkurt heilt annað, ið er viðkomandi fyri sølu á netinum, so kunnu vit veita tær eina loysn. Vit menna loysnina við góðum samskifti og kappingarførum prísum. Tá loysnin er liðugt ment, læra vit teg at brúka hana, so tú fært sum mest burturúr.

Gjaldtænasta
Gjaldtænasta
Gjaldtænastan, ið vit brúka til tín nethandil ella bókingarskipan, er QuickPay. QuickPay er ein skjót og álítandi gjaldtænasta, ið hevur eitt breitt úrval av gjaldshættum.
Vøruumsiting
Vøruumsiting
Við WooCommerce tryggja vit, at vøruumsitingin verður løtt og ómakaleys. Vit tryggja, at goymslan samsvarar við veruliga talið av tøkum vørum í handli og nethandli.
Bókingar
Bókingar
Vit tryggja, at tú kanst umsita bókingar av tínum tænastum lætt og ómakaleyst. Okkara tænasta ger tað møguligt at sameina kalendaran á tíni síðu við kalendaran á t.d. AirBnb og Google Calendar.
Serskipanir
Tað kann vera, at loysnin, ið tú leitar eftir, ikki finst. Um so er, kunnu vit veita tær eina loysn, ið er serment til títt virksemi. Tú setur treytirnar, og vit menna skipanina samsvarandi tínum ynskjum. Hetta verður gjørt við dúgligum samskifti okkara millum.
Vit menna allar okkara loysnir fyri kappingarføran prís og í tøttum samskifti við kundan. Tá loysnin er liðugt ment, læra vit teg at brúka hana, so tú fært sum mest burturúr.

Menningarkarmur
Menningarkarmur
Allar okkara skipanir verða mentar í Microsoft ASP.NET Core, sum er ein máttmikil menningarkarmur til menning av KT-loysnum. Microsoft ASP.NET Core er slóðbrótandi innan nýmenning, av tí at møguligt er at menna skipanir til allar eindir, ið koyra á ymiskum stýrikervum.